Nógv longa á uppboðssøluni í dag

Ein lítil helvt av teimum 83 tonsunum, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, var longa frá tveimum línuskipum. Annað hevði roynt undir Føroyum og hitt á Føroya Banka.

Tilsamans seldi marknaðurin 40 tons av longu. Longa I fór fyri 14,36 krónur í meðal, longa II fyri 14,25 krónur, og meðalprísurin á longu III var 12,80 krónur fyri kilo.

Umleið 10 tons vóru av toski og nakað tað sama av hýsu. Toskur I fekk meðalprísin 17,35 krónur, toskur II 16,94 krónur, toskur III 16,45 krónur, og toskur IV fór fyri 16,62 krónur í meðal fyri kilo. Tann størsta hýsan fór fyri 13,86 krónur, hýsa II fór fyri 13,03 krónur, og meðalprísurin á hýsu III var 11,65 krónur.

Nakað var av brosmu, eini sjey tons, og tað mesta var brosma III, sum fór fyri 9,75 krónur í meðal fyri kilo.

Tey 83 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri 1,1 millión krónur.