Uppá seg eru tað nógv fleiri fátøk børn í Suðuroy enn tað eru í restini av Føroyum. Tað staðfestir Sonja Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinna.
Sum vit skrivaðu fyrr í morgun, hevur hon nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka markið fyri, nær fólk kunnu fáa tað serliga familhuískoytið, sum er ætlað til tær familjur, ið eru seriliga illa fyri.
Men í hesum sambandi vísir hon á, at serliga suðurøkið í Føroyum er hart rakt av fátækadømi. Serliga í Suðuroy eru nógv børn í fátækadømi, tí har eru tað næstan 16 prosent av børnunum, sum liva í familjum við so lágari inntøku í miðal, at tey koma undir fátækamarkið.
Fyri allar Føroyar er miðaltalið annars 10 prosent. Miðaltalið fyri Sandoy er 15,6 prosent, men fyri Eysturoy er tað 8,3 prosent og fyri Suðurstreym er tað 8,5 prosent.
Tølini hava eisini verið høg fyri Sandoynna, tølini fyri 2016 eru nógv minkað, men tey, sum framvegis eru undir fátækamarkinum, eru langt undir markinum.
Sonja Jógvansdóttir sigur, at í Eysturoy og í Suðurstreymi eru tølini undir miðal, men í Vágum, í Norðstreymi og í Norðoyggum, hava tølini ligið um miðaltalið fyri alt landið, ella nakað hægri. Men síðani hava Sandoy og Suðuroy ligið væl omanfyri.
Fyri tað um tølini vísa, at tað tað eru munandi fleiri, sum liva í fátækraváða í suðurøkinum í Føroyum, enna aðrastaðni, er ikki sagt, at tað ikki eru líka nógv fólk aðrastaðni, sum eisini eru fátæk, eitt nú í Suðurstreymi.
– Tað skal ein munandi hægri inntøka til at fáa tak yvir høvdið í meginøkinum enn í suðurøkinum. Tí er tað sannlíkt, at ein inntøka, sum er beint omanfyri fátækamarkið í Suðuroynni, røkkur munandi longri enn tann sama inntøka røkkur í Suðurstreymi, tí býliskostnaðurin er fleiri ferðir hægri.
At vera í eini fíggjarliga sperdari støðu er ófatiliga hart fyri eina barnafamilju og ger, at hetta av álvara gongur út yvir trivnað og øll møgulig onnur viðurskifti hjá familjuni. Tað er ferð eftir ferð prógvað, at tað er beinleiðis samband millum heilsuna hjá fólki og fátækadømi, sigur Sonja Jógvansdóttir.
Fátækadømið verður gjørt upp upp á ymsar mátar. Ein máti er at hyggja at javnvirðisinntøkuni.
Javnvirðisinntøka er inntøkan hjá einum húski, tá ið lagt er upp fyri, hvussu nógv fólk eru í húskinum, bæði vaksin og børn.
Í Føroyum var markið fyri, nær eitt fólk var í fátækaváða í 2016, roknað til 138.880 kr í javnvirðisinntøku. Hetta svarar til ta tøku inntøkuna, ein stakur persónur skuldi hava, fyri ikki at fella undir fátækamarkið. Hjá tveimum vaksnum við tveimum børnum, varð markið sett til 291. 648 krónur í javnvirðisinntøku, men so hækkar talið, alt eftir, hvussu nógv fólk eru í húskinum.