Nógv ferðafólk á gátt hjá "Visit Tórshavn"

(Ólavsøka - ljóðsamrøða frá Rás2) Hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard hevði við Sonju Johannesen frá "Visit Tórshavn"

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Marin H. Eidesgaard hevði við Sonju Johannesen frá "Visit Tórshavn" í beinleiðis ólavsøkusending á Rás2 fyrr í dag. Samrøðan var gjørd inni í Kunningarstovuni.

 

Sonja Johannesen staðfestir, sum flest onnur kring landið hava sæð og upplivað, at tað eru sera nógv ferðafólk í Føroyum í summar. Sonja Johannesen greiðir eisini frá, at tað er sera tætt millum ferðafólkini, sum koma á gátt við ymiskum fyrispurningum um ymisk ferðamál.

 

Grottukonsertir, helikoptaratúrar og ferðir til Kalsoynna eru millum ferðamálini, sum nógv ferðafólk vilja sleppa at uppliva. Hjá "Visit Tórshavn" hava tey gjørt sær ómak at umseta alla ólavsøkuskránna til enskt, so útlendsku ferðafólkini ikki skulu verða við sviðið soð.