Talið á føroyingum, sum doyggja av hjartasjúkum, er fallið munandi seinastu árini. Illkvæmir svullir eru nú størsta einstaka deyðsorsøk millum føroyingar. Fyri 10 árum síðani vóru hjartasjúkur størsta einstaka deyðsorsøkin millum føroyingar, men seinastu árini er talið á teimum, sum doyggja av hjartasjúkum, munandi minkað.
Tað vísa tøl úr Heilsulýsing Landslæknans fyri 2009.
Í 1998 doyðu 81 føroyskir menn av hjartassjúkum, men síðani er talið munandi minkað, og í fjør doyðu 37 føroyskir menn av hjartasjúkum.
Í 1998 var talið á føroyskum kvinnum, sum doyðu av hjartasjúkum, 58. Men í fjør var talið komið niður á 31.
Illkvæmir svullir ? krabbamein ? vóru í 2008 størsta einstaka deyðsorsøk millum bæði menn og kvinnur í Føroyum. Í 2008 doyðu 60 menn og 43 kvinnur av illkvomum svullum.