Nógv fólk til ítróttardag í Leirvík í dag

Í dag er árligi ítróttardagurin, ið Stuðulstænastan hjá Nærverkinum og Sinnisbati skipa fyri, í Leirvík Ítróttardagurin er ætlaður fólki við avmarkaðum sálarligum førleika og starvsfólkum, ið arbeiða innan hetta økið.

Endamálið við ítróttardegnum er fyrst og fremst at hava tað stuttligt saman, at røra seg og síðst, men ikki minst, at knýta sambond millum tey luttakandi.

Dagurin verður hildin á ítróttarøkinum í Leirvík. Byrjað verður klokkan 8.30 við felags morgunmati, ið Eysturkommuna bjóðar. Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, bjóðar vælkomin og Mary í Garði, stjóri í Nærverkinum, heldur røðu.

Fyrrapartin verður kappast í fótbólti og boccia og seinnapartin í stafettrenning og rundbólti. Tá kappingarnar eru lidnar, handar Regin Johansen, deildarleiðari í Stuðulstænastuni, heiðursmerki til vinnararnar.

Seinnapartin verður fótbóltsdystur millum starvsfólk í Nærverkinum og starvsfólk í Almannamálaráðnum. Dómari í dystinum verður Kaj Leo Johannesen, løgmaður.

Dagurin endar við felags borðhaldi, har Rósa Samuelsen heldur røðu, orkestrið Menniskja spælir tónleik og Jákup Weihe undirheldur.