Tey, sum koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar til og frá arbeiði, fáa 8,45 krónur goldið úr landskassanum.
Sostatt fáa tey næstan alt bummgjaldið afturgoldið, tí við einum haldi kostar tað 20 krónur at koyra ígjøgnum teir, men uttan mun til, hvussu nógv verður koyrt, fer bummgjaldið ongantíð upp um 500 krónur um mánaðin.
Jaspur Langgaard, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hevur spurt landsstýrismannin í Fíggjarmálum, hvussu støðan er við stuðuli úr landskassanum til tey, sum hava langt at ferðast til og frá arbeiði.
Eitt nú vildi hann hava at vita, um fýra fólk kunnu koyra saman og øll hvør sær fáa endurgjald fyri ferðing og um tey, sum koyra við Bygdaleiðum, eisini fáa ferðastuðul.
Hann sigur, at tey, sum pendla gjøgnum Vágatunnilin og Norðoyatunnilin fáa meginpartin av tunnilsgjaldinum endurgoldið og hann heldur, at tað minkar munandi um tørvurin á at avtaka tunnilsgjøldini.
Jørgen Niclasen sigur, at Landið letur ferðastuðul til tey, sum hava longri enn 20 kilometrar ímillum heim og arbeiðsstað, og sum hava útreiðslur av at ferðast. Men tað verður eisini ein serstakur stuðul verður veittur til at ferðast gjøgnum undirsjóvartunnlarnar og við skipunum hjá Strandferðsluni, og tey, sum ferðast loftvegis. Ferðastuðul fyri at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlar er 8,45 krónur - hvønn vegin.
Metingin er, at hesi seinastu árini hevur ferðastuðulin til tey, sum koyra gjøgnum báðar undirsjóvartunlarnar, ligið ímillum tríggjar og fýra milliónir krónur um árið
Jørgen Niclasen sigur, at tað er ikki avgerandi fyri ferðastuðulin, hvussu tú ferðast, men treytin er, at tú hevur útreiðslur til ferðing millum bústað og arbeiðsstað.