Nógv børn ættleidd til Føroya

Í mun til fólkatalið í Føroyum, verða tvífalt so nógv børn ættleitt til Føroya sum til okkara grannalond

Í mun til lond, vit vanliga samanbera okkum við, er ættleiðingartíðleikin tvífalt so høgur í Føroyum. Í fjør vóru sjey loyvi um ættleiðing givin í Føroyum, har av seks úr útlondum og eitt í Føroyum.

Tað er ein long tilgongd at ættleiða eitt barn. Umsókn um ættleiðing verður fyrst send Ríkisumboðnum. Viðvíkir umsóknin ættleiðing av einum fosturbarni, tekur føroyska ættleiðingarráðið við umboðum fyri læknafrøðiligan, løgfrøðiligan og sosialan serkunnleika og myndugleika, støðu og avgerð.

Ríkisumboðið í Føroyum hevur samstarv við teir tríggjar góðkendu stovnarnar í Danmark, ið viðgera og formidla ættleiðing av útlendskum børnum, Adoption Centeret, DanAdopt og Terre des Hommes. Skrivstovustjórin í DanAdopt, Ole Bergman, er í hesum døgum á kunningarvitjan í Føroyum. Hesin stovnurin formidlaði tvær ættleiðingar til Føroya í fjør.

DanAdopt hevur samstarv og sambond í tólv londum í Asia, Europa og Suðuramerika. Talið á nýggjum umsóknum í fjør var 268. Síðani 1970 hevur DanAdopt staðið fyri 96 ættleiðingum av børnum úr ymsum londum til Føroya. Í fjør skipaði felagsskapurin fyri 248 ættleiðingum, íroknað teim føroysku. Av teimum fimm børnunum, sum vórðu ættleidd úr útlondum fyrraárið, komu trý úr India, eitt úr Ungarn og eitt úr Bulgaria.


Lóg og tilskot

Talið av góðkenningum av ættleiðingarforeldrum til eitt útlendskt barn, sigur kortini meiri um menningina á ættleiðingarøkinum enn talið á loyvum, ið verða givin fyri hvørt einstakt ár. Ofta gongur long tíð, í førum fleiri ár, frá tí góðkenningin er fingin til høldar, til ættleiðingin kann gjøgnumførast endaligt. Fíggjarkreppan í Føroyum fyrst í nítiárunum sær út til at hava ávirkað talið á givnum loyvum. Í 1991 vóru 13 loyvi givin, í 1992 eitt, í 1993 trý, í 1994 fýra, í 1995 fimm, í 1996 átta og í 1997 seks.

Føroya Løgting samtykti í 1994 eina lóg um dagpengar í sambandi við ættleiðing, har hjún, ið ættleiða, verða sett á jøvnum føti við onnur foreldur, tá ið tað snýr seg um dagpengar í sambandi við barnsburðarfarloyvi.

Sama ár var ein lóg samtykt, har foreldur, ið ættleiða eitt útlendskt barn, fáa eitt ættleiðingarískoyti á 15.000 krónur. Upphæddin er fyri hvørt barn og goldin eina ferð, og verður latin uttan mun til inntøkuna hjá foreldrunum. Treytin fyri at fáa hesa upphæddina er, at ættleiðingin verður viðgjørd og formidlað ígjøgnum ein av teimum trimum góðkendu ættleiðingarstovnunum í Danmark og at foreldrini hava fastan bústað í Føroyum.

Nýggj lóg um ættleiðing er fyri stuttum samtykt á Fólkatingi. Lógin gevur foreldrunum størri ávirkan á viðgerðina í sambandi við góðkenningina sum ættleiðingarforeldur. Henda lógin er ikki galdandi fyri Føroyar.

Tilskotið donsk ættleiðingarforeldur fáa frá tí almenna er 32.000 krónur.

Í hesi vikuni er Mrs. JaiSita Panigrahi, ið DanAdopt hevur neyvt samstarv við, á vitjan í Føroyum. Hon er úr Mumbai í India, og rekur barnaheimið Bal Vikas, ið uttan iva nógv ættleiðingarforeldur kenna. Á ferðini í Føroyum vitjar hon familjur, ið hava ættleitt børn frá Bal Vikas.