Tørvurin á barnaansing í Klaksvíkar kommunu er stórur. 70 0 til 3 ára gomul børn standa á bíðilista. Jórun Høgnesen, forkvinna í sosialu nevnd, ásannar, at trupulleikin er stórur í løtuni, men sigur, at býráðið fer at seta ferð á byggingina av dagstovnum í Klaksvík. Hetta sigur útvarpið hjá Kringvarpinum í dag.
Sagt verður eisini, at børn í vøggustovualdri - tað er 0 til 3 ár - ganga í dagrøkt í Klaksvík. Men av tí at barnagarðsplássini eru ov fá í tali, sleppa hesi ikki úr aftur dagrøktini og verða fleiri av teimum børnunum mangan bæði 3 og 4 ára gomul, áðrenn tey fara úr dagrøktini.
Jórun Høgnesen sigur við útvarpið hjá Kringvarpinum, at kommunan ikki kann liva við, at barnaansingartørvurin ikki er nøktandi, og eitt uppskot um at byggja ein nýggjan stovn afturat verður til viðgerðar í sosialu nevnd í komandi viku.