Nógv avbygdafólk á sjúkrahús í Klaksvík

Umleið 35 prosent av innløgdum sjúklingunum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi kom aðrastaði frá enn úr Norðoyggjum. Tað skrivar Norðlýsið, sum hevur spurt seg fyri um hetta á sjúkrahúsinum.

Sjúklingatalið á Klaksvíkar Sjúkrahúsið veksur, og luftallið er broytt, síðani Norðoyatunnilin kom í 2006. 37 prosent av teimum, sum koma á skaðastovuna, eru ikki úr Norðoyggjum, á røntgenstovuni eru tey 40 prosent og á rannsóknarstovuni helvtin.