Nýgjur limur í grundlógarnevndini

Jóannes Hansen er nýggjur limur í grundlógarnevndini

Jóannes Hansen, studentaskúlalærari, er nýggjur limur í grundlógarnevndini. Hann tekur við eftir Eibritt á Plógv, ið hevur tikið seg úr nevndini.

Nýggi limurin í grundlógarnevndini hevur hollar starvsroyndir á mongum økjum. Hann tók prógv sum fólkaskúlalærari í 1980, og eftir hetta starvaðist hann eina tíð sum lærari í Danmark.

Jóannes Hansen leyk prógv í samfelagsfrøði og geografi á Roskilde Universitetscenter í 1987.

Jóannes er 44 ára gamal og býr saman við familju sínari á Toftum. Hann starvast í løtuni sum studentaskúlalærari í studentaskúlanum á Kambsdali.

Nýggi limur grundlógarinnar hevur eisini drúgvar royndir á journalistiska økinum. Hann hevur gjøgnum tíðina bæði tikist við blað og útvarpsarbeiði, og síðani hevur hann eisini skrivað fleiri ítróttarárbøkur. Í journalistiska starvi sínum hevur Jóannes tikist nógv við bæði ítrótt, politikk og samfelagsviðurskifti annars.

Næsti fundur grundlógarnevndarinnar er 8. november