Søren Lünell Bruhn er 30 ára gamal. Hann er føddur og uppvaksin í Struer í
Danmark, har hann tók studentsprógv í 1993. Søren Lünell Bruhn varð cand.
polit við Keypmannarhavnar Universitet í 2000. Síðan hevur hann tikið
útbúgvingina Master of Manegment á Robert Gordon Universety í Aberdeen.
Søren Lünell Bruhn hevur góðar royndir í sínum yrki sum búskaparfrøðingur. Hann hevur starvast sum fulltrúi í bæði danska og føroyaska fíggjarmálaráðnum, og hevur harafturat starvast eitt skifti í danska
Kappingarráðnum.
Søren Lünell Bruhn gjørdist í 2003 fíggjarleiðari á Almannastovuni í
Føroyum, og er hann tí væl kunnaður um føroysk viðurskifti.
Søren Lünell Bruhn er búsitandi á Tvøroyri, haðani konan Rudi Nielsen er
frá. Saman eiga tey ein son.
Søren Lünell Bruhn byrjar at arbeiða í Suðuroyar Sparikassa 1. december í
ár og tekur við sum stjóri 1. januar 2005, tá Mikkjal Sørensen verandi
stjóri í Suðuroyar Sparikassa fer úr starvi.