Suðuroyarleiðin
Tað er nú nogv, sum bendir á, at landsstýrið týsdagin fer at gera av, hvussu tað nýggja suðuroyarskipið skal síggja út.
Fíggjarmálastýrið er nú í ferð við at gera ymsar útrokningar um skipið av nýggjum. 240 milliónir eru settar av á langtíðarfíggjarætlanini til nýtt Suðuroyarskip og tað, sum Fíggjarmálastýrið nú skal rokna út, er,m.a, hvussu tað fer at ávirka langtíðarfíggjarætlanina og íløgukarmarnar, um skipið kostar meiri.
Tað eru ymisk uppskot á borðinum um, hvussu skipið skal síggja út.
Vælvitandi keldur hava upplýst fyri Sosialinum, at skipið, sum landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur mælt Landsstýrinum til at byggja, siglur 19 míl og er 121 metrar langt. Hetta skipið kostar 275 milliónir.
Men hetta er ikki í samsvari við tilmælið frá teirri serkønu nevndin, ið hevur fyrireikað byggingina.
Nevndin hevur verið mannað við teknisku og umsitingarligu leiðsluni á Strandferðsluni, umboðum fyri manningini á Smyrli og umboðum fyri tey, ið skulu brúka skipið, nevniliga kommunurnar og vinnulívið í Suðuroynni.
Saman við danska projekteringsfelagnum, Knud E. Hansen, eru nevndin komin fram til, at tann besta loysnin er at byggja eitt skip, sum kostar 305 milliónir og sum siglur 21 míl. Hetta skipið er nakrar metrar longri enn tað, sum Bjarni Djurholm mælir til, tí ferð og longd fylgjast at í vissan mun.
Men hetta sama skipið kann eisini byggjast í Kina fyri 255 milliónir, tá er íroknað at tveir mans frá projekteringsfelagnum eru á skipasmiðjuni í allari byggitíðini og hava eftirlitið við arbeiðnum.
Hetta skipið gongur við tungolju og er bíligari í rakstri enn Smyril nú er. Hetta skipið er eisini longu teknað. Tað er teknað í sama sniðið sum verjuskipið Triton, ið er eitt avbera gott sjóskip.
Skipið, sum Bjarni Djurholm mælir til, er ikki projekterað ella teknað, so tann kostnaðurin skal leggjast afturat teimum 275 milliónunum, so tað er næstan ongin munur á skipunum.
Men hetta er einasta skipið, har tað ber til at sigla fýra ferðir ímillum Suðuroynna og Havnina, um tað skuldi gjørst neyðugt einaferð í framtíðini.
Ikki semja í Landsstýrinum
Tað gongst ill at fáa nakað at vita um viðgerðina í Landsstýrinum.
Bjarni Djurolm úr fólkaflokkinum vil onki siga um, hvat tilmæli, hann hevur lagt fyri Landsstýrið. Høgni Hoydal úr tjóðveldisflokkinum og Sámal Petur í Grund úr sjálvstýrisflokkinum, hava heldur ongar viðmerkingar.
Men tað skilst frá vælvitandi keldum, at tjóðveldisflokkurin heldur, at tað er ongin meining í at hava havt eina nevnd av serkønum sitandi í hálvtannað ár og arbeitt við málinum og so at skúgvað tilmælið frá henni til viks, tá ið hon vísir á loysnina, sum er best egnað. Tí tekur tjóðveldisflokkurin undir við at byggja eitt skipið, sum fyrireikingarnevndin hevur mælir til.
Fólkaflokkurin tekur undir við tilmælinum frá landsstýrismanninum í vinnumálum og Sjálvstýrisflokkurin hellir somuleiðis tann vegin.
Ein orsøk til partar av landsstýrinum halda, at skipið kann ikki vera longri enn 121 metrar, er, at so sleppur tað ikki í dokk á Skála. Tað halda aðrir er ongin haldgóð grundgeving. Tað er ikki óvanligt, at skip fara í dokk aðrastaðni og tað er heldur ongin, sum sigur, at dokkin á Skála ikki verður útbygt.
Tað eru eisini teir politikarar, sum ikki skilja, hví tað skal vera slíkur tvídráttur um eitt suðuroyarskip, tá ið tað er alment góðtikið, uttan at blunka, at farast skal undir undirsjóvartunnil til Klaksvíkar fyri somu upphædd.
Málið um nýggjan Smyril er á skránni fyri landsstýrisfundin týsdagin og tá verður vætnað, at tað kann avgreiðast.