Ungu havnarkvinnurnar, Sólvør Jacobsen og Beinta Vilhelmsen, fóru fyri góðum tveimum mánaðum síðan undir egi skraddaravirksemi í Havn. Bæði Beinta og Sólvør hava lokið útbúgving sum skraddarar í Danmark, og tær hava í eina tíð arbeitt við hugskotinum um lata upp ein skraddaraverksstað í Havn.
Fyri góðum mánaði síðan eydnaðist teimum at finna eini høli í Eysturbýnum, og síðan hava havnarkvinnurnar tikið ímóti bíleggingum frá fólki.
?Vit gera alt frá vanligum umvælingum til at skapa nýggj pløgg, har kundin sjálvur setur ynski fram, hvat hann vil hava. Pløggini, vit skapa, eru ikki ætlað sum nøkur hópframleiðsla, men tvørturímóti leggja vit okkum eftir at gera serlig klæðir. Fólk fáa tað, tey biðja um, og ein fær júst tað ein rindar fyri, siga tær báðar Sólvør Jacobsen og Beinta Vilhelmsen.
Nýggju skraddarnir í høvuðsstaðnum hava havt úr at gera, síðan tær byrjaðu fyri tveimum mánaðum síðan. Í samband við søluframsýningina í Mullers Pakkhús herfyri, fingu tær ein hópin av bíleggingum, og síðan hava havnarkvinnurnar hava nógv at gera.