Nýggjur sjónleikari skal spæla Carl Mørck

Ein tann best umtókta krimirøðin á okkara leiðum – bæði í bók og á filmi –  er tann um Deild Q hjá Jussi Adler-Olsen.

Bøkurnar hava selt sera væl í nógvum londum, og filmatiseringirnar av trimum av bókunum hava verið stórseljarar í biografunum. Triði filmurin í røðini, Flaskepost fra P, var mest sæddi filmur í donskum biografum í fjør.

Nikolaj Lie Kaas hevur havt høvuðsleiklutin sum Carl Mørck í filmunum, sum eru gjørdir higartil, og hann verður eisini við í fjórða filminum, sum skal upptakast í heyst. Men so gevst hann í leiklutinum. Tað váttar hann fyri blaðnum BT í dag. 

Rithøvundin Jussi Adler-Olsen hevur alment givið til kennar, at hann ivast í, um Nikolaj Lie Kaas er rætti sjónleikarin at spæla Carl Mørck, og helst hevur tað verið viðvirkandi til, at nýggjur sjónleikari skal í leiklutin.

Filmsfelagið Zentropa keypti rættindini til at filmatisera fýra tær fyrstu bøkurnar um Deild Q, og tá ið tann fjórði filmurin er gjørdur, skal felagið Nordisk Film yvirtaka filmsframleiðsluna av teimum næstu seks bókunum. Tað skiftið leggur eisini upp til, at sjónleikarar verða skiftir út.

Ikki er greitt, hvør sjónleikari frameftir skal spæla Carl Mørck.