Nýggjur oljubólkur á Føroyaøkinum

Hóast oljufeløg hava avgjørt ikki at vera við í 1. útbjóðing við Føroyar,. so tykist áhugin at vera við kortini at vera stórur.

Tey fýra oljufeløgini, Statoil, Enterprise Oil, Philips Petroleum og Veba Oil hava skipað seg í bólk við tí fyri eygað at bjóða í fyrsta føroyska útbjóðingarumfarinum.

John Inderhaug, leitingarstjóri hjá Statoil sigur við Sosialin, at hetta hendir eftir, at Mobil, sum teir áður hava samarbeitt við á Føroyaøkinum, nú er lagt saman við Exxon.

Statoil heldur fram sum operatørur í bólkinum. Tey trý oljufeløgini, Statoil, Mobil og Enterprise eru helst tey, sum hava arbeitt longst og brúkt flest pengar á Føroyaøkinum. Tað eru nógv ár síðani, at AMG-bólkurin segði seg vera kláran til at bora eftir olju.

John Inderhaug er fegin um at hava fingið Philips og Veba uppí bólkin, nú Mo-bil tók seg aftur. Hann metir, at broytingin hvørki ger bólkin betri ella verri. Mobil var eitt stórt felag, men eisini Phillips hevur nógvar royndir á Atlants mótinum og er ein góður partnari. Veba Oil er kanska ikki so kent, men hevur leingi fylgt gongdini í Føroyum og hevur arbeitt saman við danska Mærsk Olie og Gas. Veba er partur av tí fyrrverandi týska felagnum Deminex, sum herfyri fór í tvey. Tann eini parturin, Veba hevur heimstað í Onglandi.

John Inderhaug sigur, at teirra bólkur fer at vera við í 1. útbjóðing. Arbeitt verður nú við at skriva umsókn.

Tað er enn ógreitt, hvussu verður við heimsins størsta oljurisa ExxonMobil, men keldur í oljuverðini vilja vera við, at tað er heilt óvist, um felagið í heila tikið verður við í føroysku útbjóðingini. Frammanundan hevur enn eitt stórt oljufelag, Shell tikið seg úr Føroyaøkinum.

Hjá ExxonMobil hava tey onga aðra viðmerking í løtuni enn hesa -Ringið aftur tá umsóknarfreistin er úti.


Kortini stórur áhugi

Hóast einstøk feløg ikki vera við í fyrsta útbjóðingarumfari, so eru tað framvegis nógv feløg, sum fara at bjóða. Talan er um í hvussu er fýra bólkar við tilsamans umleið 13 feløgum. Bólkarnir eru : Amerada Hess, Dong, British Gas og Atlantic Petroleum - Texaco, Conoco og Murphey - Norsk Hydro (Saga Føroyar) og Anadarco og síðani Statoil, Phillips, Enterprise og Veba. Aftrat hesum hevur BP Amoco boðað, at tað ætlar sær at lata inn umsókn einsamalt. Feløg, sum ætla at vera við, men enn ikki hava gjørt av, hvønn bólk tey ætla sær uppí ella um tey lata inn umsókn einsamøll er italska felagið Agip og amerikanska Marathon.

Aftrat hesum er so føroyska oljufelagið Føroya Kolvetni, sum hevur samstarvsavtalur við Dana í Onglandi og Sagex í Noregi.


Chevron ikki við

Spurningurin hevur so eisini verið, um onnur feløg, sum ikki hava víst føroyska økinum stóran ans higartil, fóru at vera við í útbjóðingini, tá treytirnar blivu kunngjørdar. Eitt nú hevur verið gitt, at stóra oljufelagið Chevron kanska fór at vera við. Men frá Chevron frættir Sosialurin, at teir vera ikki við í 1. útbjóðing við Føroyar. Felagið brúkar so nógva orku uppá norska landgrunnin, at pláss er ikki fyri at vera við í føroysku runduni eisini.

Í vikuni bórust annars tey tíðindi, at stóra franska oljufelagið TotalFina og Elf ikki verður við í útbjóðingini orsakað av innanhýsis ósemju í sam starvinum við Norsk Hydro og Anadarco.

Mærsk verður ikki við. Lesið á síðu 5