Norðlýsið skrivar í kvøld, at KÍ hevur gjørt sáttmála við 24 ára gamla norðmannin Ole Erik Midtskogen. Hann kemur til Klaksvíkar úr HamKam í næstbestu deildini í Norra. Tað er sama felag, sum Odmar Færø hevur spælt í seinasta árið.
Norðlýsið skrivar, at talan er um ein høgan álopskenda spælara, sum kann spæla í álopinum og á vonginum. Hann kemur til felagið saman við Odmari Færø.
Tríggir norðmenn eru farnir hinvegin. Simen Sandmæl, Magnus Stamnestrø og Torbjørn Grytten. Eisini eru Semir Hadzibulic og Darius Lewis farnir av landinum.