Nýggjur maður skal verja málið hjá AB

Upptakt: Argjamenn gera seg til reiðar til botngýsara móti EB/Streymi

Í kvøld klokkan 18 verður botngýsari á Argjum, har AB tekur móti EB/Streymi. Argjamenn hava fingið tilgongd av danska málverjanum Tobias Brogaard, og føroyska ungdómslandsliðsspælaranum, Lukas Giessing, ið hevur sína fótbóltsupplæring í FC Midtjyllandi. Heðin Stenberg er framvegis skaddur. Lukas Giessing verður væntandi at síggja frá byrjan.

Hartil eru spælarar sum Rógvi Poulsen, Jobin Drangastein og Bárður Olsen tøkir aftur, eftir at hava sitið uttanfyri undan summarsteðginum. Stóra ivamálið er miðverjin Leivur H. Joensen, sum stríðist við skaða. Spælir hann ikki, so skal Sorin Anghel til umskipa verjuna.

 ##med2##

Hetta er ein sannur botngýsari. Argjamenn liggja niðast á stigatalvuni við bara fýra stigum, meðan EB/Streymur hevur átta stig á áttanda plássi. Tí kann hendan uppgerðin geva eina greiða ábending um hvussu niðurflytingarstríðið kemur at síggja út.

Betri deildin menn 16.umfar:

Leygardagin 27. juli

HB-TB (15.00) Beinleiðis á FM1

Skála-ÍF (17.00)

AB-EB/Streymur (18.00) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 28.juli

B36-Víkingur (18.00) Beinleiðis á FM1

KÍ-NSÍ (útsettur til 18. september)