Tann síðsti av fýra venjingardystum í dag var við Løkina í Runavík, har NSÍ hevði vitjan av AB.
Heimaliðið var væl meiri á bóltinum enn gestirnir, og NSÍ vann 3-0. Øll málini vórðu skorað fyrsta stóra hálva tíman.
Klæmint A. Olsen plagar at skjóta nógv flest mál fyri NSÍ, men hann var ikki á listanum ídag.
Fyrsta málið í dag skoraði Martin Klein Joensen, tá ið tíggju minuttir vóru farnir. 20 ára gamli álopsspælarin, sum er uppvaksin í Sarpugerði, hevur ongan landskappingardyst spælt í bestu deildini.
Petur Knudsen økti til 2-0 í 21. minutti, og miðverjin Oddur Højgaard staðfesti 3-0 sigurin, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki.
Hjá AB vardi Bjarti Mørk málið í fyrra hálvleiki, og í seinna hálvleiki avloysti Silas Eyðsteinsson millum AB stólparnar.











