Nýggjur landsstýrismaður í skúlamálum setast sum skjótast

Signar á Brúnni eigur ikki at gera sær nakrar tankar um at koma út aftur í Tinganes á hesum sinni, í hesum valskeiðinum. Hann má ásanna, at hann er farin út um mark; men tað er gott at vita, at hann hevur ikki gjørt nakað til egnan vinning, og tí kann hann leggja frá sær í frið og náðum.

Eg skilji ikki og vil heldur ikki skilja hesar royndirnar at mala aftur á blóðið og gera kanningar av kanningum, so sum nú verður roynt. Fer hann frá nú uttan nakað hóvasták, so fer hann ? vónandi ? at standa sum eitt gott fyridømi fyri alla framtíð, og eg ivist ikki í, at virðingin fyri honum fer at vaksa heldur enn minka. Øll kunnu vit mistaka okkum ? og gera tað eisini! Ella skulu vit ímynda okkum eina drúgva kanning, kanska fleiri mánaðir, og við óvissum úrsliti?

  Nú ræður um at fáa frið um sessin og seta annað fólk at røkja starvið sum skjótast. Alt annað er bara møðisligt uttanumtos!

  Haldi als ikki, at tað skal vera landasorg fyri tað, at ein landsstýrismaður leggur frá sær. Eingin eigur hetta starvið soleiðis fyri lívstíð; tað er bara eitt umboð, sum skal røkjast samvitskufult so leingi, tað varir.

  Vit eru so ótrúliga vanabundin, men í øðrum londum er tað so javnan, at forsætisráðharrin umskipar stjórnina og sendir onkran ráðharran til hús, og so er einki meira møsn.

  Haldi at enda eisini, at Eysturoyar-yvirræði á føroyskum skúlamálum eigur at halda uppat. Hvussu ber tað til, at so at siga allir teir persónar, sum hava og hava havt við tey yvirskipaðu skúlaviðurskiftini at gera, eru úr Eysturoy og allarhelst úr Fuglafirði? Tað gav at bíta, tá ið landsskúlaráðið var. Tá vóru sjálvt varamenninir úr Eysturoynni.

  Rímiligari hevði verið at hugt um allan sólarringin og soleiðis givið teirri kenslu lív, at skúlan eiga vit øll.