Tá ið Kaj Leo Johannesen um seks tíðina ólavsøkudag fer at handa løgmanssteypið til Víking ella EB/Streym, verður tað fyrsta ferðin, at maðurin, sum handar steypið, hevur altjóða royndir sum fótbóltsspælari – bæði í Europa Cup og á landsliðnum.
Feløgini hava ivaleyst serligt fokus á, at atgongumerki til europeiska luttøku standa upp á spæl, men tað er serlig løta, tá ið løgmanssteypið verður handað.
Serligt er tað hesa ferð, at talan er um nýtt steyp. Orsøkin er tann, at B36 í fjør vann steypið til ognar, hóast B36 ikki var partur av finaluni.
Fyrsta løgmanssteypið varð latið at kappast um í 1989. HB, sum frammanundan hevði vunnið eitt ísafjarðarbikar og tríggjar ísafjarðarsúlur til ognar, vann fyrsta løgmanssteypið til ognar í 1998. Í fjør vóru tíggju ár síðani, at farið varð undir kappingina um næsta løgmanssteypið. Reglurnar siga, at tað liðið, sum hevur vunnið steypið oftast, tá ið tíggju ár eru farin, hevur vunnið tað til ognar. Tí hevur tað verið neyðugt at fáa nýtt steyp til vega í ár.
Løgmanssteypið 1989-2008
1989: B71-HB 0-0 eftir longda leiktíð
Nýggjur dystur B71-HB 0-2:- Oddbjørn Joensen, Gunnar Mohr
1990: GÍ-KÍ 1-6: Per Dalheim – Beinur Poulsen, Kurt Mørkøre, Olgar Danielsen, Allan Mørkøre br, Todi Jónsson, sjálvmál
1991: B36-HB 1-0: Bergur Magnussen –
1992: HB-KÍ 1-0: Gunnar Mohr –
1993: B71-HB 1-1 eftir longda leiktíð: Páll á Reynatúgvu – Rúni Nolsøe
Nýggjur dystur B71-HB 2-1: Torbjørn Jensen, Páll á Reynatúgvu – Hans Petur í Brekkunum
1994: B71-KÍ 1-2: Eli Hentze br – Jákup Mikkelsen br, Arnold Joensen
1995: B68-HB 1-3: Aksel Højgaard – Rúni Nolsøe, Andreas F. Hansen, Eyðun Samuelsen
1996: GÍ-HB 2-2 eftir longda leiktíð: Henning Jarnskor, Símun Petur Justinussen – Hallur Danielsen, Petur Slyne
Nýggjur dystur GÍ-HB 5-3 eftir longda leiktíð. Eftir vanliga leiktíð 2-2: Rúni Justinussen (2), John Petersen, Símun Petur Justinussen, Agnar Højgaard – Uni Arge (2), Hallur Danielsen
1997: VB-GÍ 0-6: - Henning Jarnskor (3), Sámal Joensen, Pauli Jarnskor, Øssur Hansen
1998: HB-KÍ 2-0: Hans á Lag, Andrew av Fløtum –
1999: KÍ-B36 3-1: Rógvi Jacobsen, Kurt Mørkøre, Arnold Joensen – Jens Kristian Hansen
2000: GÍ-HB 1-0: Óli Hansen –
2001: B36-KÍ 1-0: Jens Kristian Hansen –
2002: HB-NSÍ 1-2: Rógvi Jacobsen – Ulrik Balling, Brynjolvur Nielsen br
2003: B36-GÍ 3-1: Jens Kristian Hansen, John Petersen, Jákup á Borg - Súni Olsen
2004: NSÍ-HB 1-3: Helgi L. Petersen – Heine Fernandez, Rókur Jespersen, Páll M. Joensen
2005: GÍ-ÍF 4-1: Hanus Jacobsen (3), Áslakur R. Petersen – Gunnar Nielsen br
2006: B36-KÍ 2-1: Fróði Benjaminsen, Amed Davy Sylla – Atli Danielsen
2007: EB/Streymur-HB 4-3: Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen, Arnbjørn Hansen, Karoly Potemkin – Páll M. Joensen, Rógvi Jacobsen, Vagnur M. Mortensen
2008: B36-EB/Streymur 2-3: Karoly Potemkin (2) – Arnbjørn Hansen (2), Hans Pauli Samuelsen