Nýggjur kaðal úr Sandvíkum

SEV fer í næstu viku undir at leggja nýggjan kaðal um Tangafjørð. Talan er um nýggjan 60 kV kaðal ímillum Raktanga og Sandvík. kaðalin er partur av nýggja 60 kV sambandinum millum Sund og Skálabotn. 60 kV sambandið millum Sund og Skálabotn kann metast sum ein eyka pulsæðr á elnetinum, tí tað verður munandi lættari at flyta elorkuna runt á netinum. Nýggja 60 kV sambandið hevur m.a. til endamáls at halda veitingartrygdina á sama høga støði alt árið - eitt nú tá árligt eftirlit skal gerast á teimum stóru mastrunum á fjøllunum. SEV hevur lagt ein 60 kV kaðal úr Skálabotni út á Raktanga, og hinumegin fjørðin er lagdur ein 60 kV kaðal úr Sandvík niðan á Sundsverkið. Sjókaðalin um Tangafjørð er sostatt síðsti parturin av 60 kV sambandinum millum Sund og Skálabotn.