Nýggjur filmur varpar ljós á daprar kvinnulagnur

Týskar kvinnur, sum vórðu illa viðfarnar og neyðtiknar teir seinastu dagarnar av seinna heimsbardaga, medvirka nú í nýggjari gransking

-Hendur hansara eru knotutar, og andi hansara luktar av brennivíni. Hjarta mítt dukar hart og títt. Eg teski biðjandi: Bara ein, vælsignaðir verði tit, bara ein. Tygum, men koyr hinar út.

Vit eru í týska høvuðsstaðnum Berlin tætt upp undir endan á seinna heimsbardaga, og býurin ella tað, sum er eftir av honum, er í ferð við at fella í hendurnar á sovjetsku hermonnunum, sum drepa, ræna og neyðtaka týskar kvinnur, so hvørt sum teir taka seg fram.

Millum hesar kvinnurnar er ein ung kvinna, sum býr í leivdunum av einum bumbaðum íbúðarhúsum í Berlin. Lív hennara er ein dagligur bardagi fyri at yvirliva tey støðugu bumbuálopini, svongdina og kynsliga ágangin frá sovjetska herinum, sum kom í hølunum á teimum flýggjandi týsku hermonnunum.

 

Ikki bara russar

Tað, sum hendan kvinnan skrivaði í sína dagbók í tíðarskeiðinum frá 20. apríl til 22. juni í 1945 er nú við til at varpa ljós á lagnuna hjá nógvum týskum kvinnum ta seinastu tíðina undir heimsbardaganum og ta fyrstu tíðina aftaná.

Dagbók hennara kom út sum bók fyrstu ferð í 1954 undir heitinum "Ein kvinna í Berlin". Navnið á høvundinum bleiv ikki upplýst, men innihaldið í bókini fer so harðliga móttøku, at høvundurin tók ta avgerð, at bókin skuldi ikki gevast útaftur, so leingi hon var á lívi.

Tann kendi søgumaðurin og rithøvundurin Antony Beever, sum millum annað hevur skrivað bókina "Berlin - fallið 1945", heldur, at teir fremmandu hermenninir, sum tóku Týskland, neyðtóku umleið tvær milliónir týskar kvinnur. Hann og onnur søgukøn eru á einum máli um, at sovjetskir hermenn framdu tær flestu neyðtøkurnar, men at franskir, amerikanskir og bretskir hermenn vóru eisini sekir í ágangi ímóti sivilfólki í vestara partinum avg Týsklandi, sum teir hersettu.

Nú er bókin hjá kvinnuni í Berlin vorðin til film, sum hevur sama heitið sum bókin. Søgugranskarar vóna, at filmurin fer at hjálpa teimum at fáa samband við týskar kvinnur í Mecklenburg-Vorpommern, sum gjørdur neyðtøkuoffur hjá sovjetskum hermonnum.

 

Vekir ræðulig minni

Tað eru ikki bara søgufólk, sum fegin vilja hava orðið á týskar kvinnur, sum vórðu fyri neyðtøku og øðrum kynsligum ágangi teir seinastu dagarnar undir seinna heimsbardaga. Fyri fyrstu ferð er ætlanin at viðgera viðurskiftini á einum vísindaligum støði. Tað er sálarfrøðingurin Philipp Kuwert á lærda háskúlanum í Greifswald i Mecklenburg-Vorpommern, sum stendur á odda fyri granskingini.

Málið er at brúka søgurnar og royndirnar hjá teimum týsku kvinnunum til at menna viðgerðarhættir til fólk, sum líða av onkrum, sum hendi teimum fyrr í lívinum, men sum tey ikki slappa av við. Samstundis er ætlanin bat hjálpa teimum týsku kvinnunum, sum framvegis líða av tí, sum hendi teimum.

-Tað er greitt, at filmurin fer at vekja ræðulig minni. Nógvar kvinnur, sum vóru fyri kynsligum ágangi, hava sálarligar trupulleikar av tí enn tann dag í dag. Fleiri teirra vita als ikki, at sálarligir ella aðrir trupulleikar, sum tær hava, í veruleikanum stava frá áganginum tá. Vit hava ongar vísindaligar kanningar, hvørjar sálarligar avleiðingar neyðtøkurnar hava, sigur Philip Kuwert við týska blaðið Spiegel.

Hann viðgongur, at tað kann vera svárt hjá mongum at viðgera evnið, og at tað kann elva til orðaskifti, serliga um tað verður sett upp ímóti brotsverkunum hjá Nazitýsklandi.

-Týskarar hava ógvuliga ilt við at síggja seg sjálvar sum krígsoffur. Fyri meg hevur tjóðskapurin hjá neyðtøkumonnunum ella offrunum ikki avgerandi týdning, sigur Kuwert við blaðið.

 

Tagt burtur

-Kynsligur ágangur, serliga í kríggi, er altíð eitt evni, sum fólk hava sera ilt við at tosa um. Tað síggja vit eisini í Týsklandi og serliga í tí eystara partinum av landinum, og har vórðu neyðtøkurnar stutt sagt tagdar í hel, sigur Philip Kluwert.

Í bókini skrivar rithøvundurin, hvussu kvinnurnar tosa um evnið púra opið sínamillum, men tosið tagnaði, tá teir týsku hermenninir komu heimaftur. Og tey næstu mongu árini var tøgn um evnið.

-Hesar dagarnar havi eg lagt til merkis, at eg havi ikki tær kenslur fyri monnum, sum eg hevði fyrr, og at tað sama er hent kenslunum hjá øðrum kvinnum. Vit taka synd í teimum, sum eru so neyðarsligir og veikir. Tað kennist, sum vit kvinnur hava fingið eina felags kenslu av vónbroti, tá tað snýr seg um menninar. Naziheimurin, har maðurin var tað ráðandi og fyrimyndin, fúnar, og soleiðis ner eisini við hugsanini um "mannin", skrivar kvinnan í dagbók síni.

 

Trína fram

At menninir kortini tóku ræðið aftur í Týsklandi, eftir at teir vóru komnir heim úr fangalegum ymsastaðni aftan á heimsbardagan, komst sambært Antony Beevor av, at tey næstu árini var eitt tíðarskeið við kvinnukúgvan. Tær týsku kvinnurnar fingu ikki loyvi til at taka evnið upp, tí menninir skammaðust og kendu seg at hava svikið kvinnurnar, sum teir skuldu havt vart.

Ágangurin ímóti teimum týsku kvinnunum upp undir og eftir endan á seinna heimsbardaga var eitt evnið, sum bleiv tagt burtur líka upp í áttatiárini, tá tað næsta ættarliðið av týskum kvinnum eggjaði mammum og ommum sínum til at siga frá tí, sum tær høvdu upplivað.

Síaðni er nógv hent, og tær seinastu vikurnar hava fleiri kvinnur vent sær til Philip Kuwert og sagt seg vera til reiðar at siga sína søgu.

-Tað er gott, tí tað er í tøkum tíma, at hesar søgur koma fram, sigur granskarin við Spiegel.