Nýggjur filmur gjørdur um Paul Watson

Filmurin "WATSON" snýr seg um Sea Shepherd og lívið hjá skiparanum

Ein nýggjur dokumentarfilmur er gjørdur um lívið hjá Paul Watson og virkseminum hjá Sea Shepherd. Filmurin eitur WATSON og varð vístur fyrstu ferð til Tribeca Film Festival í New York síðst í apríl. 

Tað er viðurkendi amerikanski filmsframleiðarin Leslie Chicott, ið hevur gjørt dokumentarfilmin. 

Her er plakatin til filmin:

##med2##

- Hetta er ein týdningarmikil søga um nakað, sum er blivið til eina altjóða rørslu, ljóðar tað frá Paul Watson á sosialu miðlunum.

- Eg vóni, at filmurin fer at hugtaka yngra ættarliðið, sum longu nú hevur stórar avbjóðingar framman fyri sær, skrivar hann.

##med3##