Altjóða Skrivstovan hevur latið gjørt ein nýggjan kunningarfaldara um stuðulsmøguleikarnar í Nordplus skipanunum. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða skrivstovan - www.ask.fo - um skipanirnar.
Norðurlendska ráðharraráðið bjóðar tilsamans fimm ymsar møguleikar at søkja um studning til flytføris- og netverksskipan innan útbúgvingarøkið. Tær venda sær serliga til fólk við tilknýti til skúlar og útbúgvingarstovnar, men onnur kunnu eisini søkja um stuðul. Tær fimm skipanirnar eru:
Nordplus Junior, sum er ætlað til lærarar og næmingar í fólkaskúlum, miðnámsskúlum og innan yrkisútbúgvingarnar.
Nordplus, sum er ætlað til at menna samstarv fyri lærarar og studentar innan hægri útbúgvingar í Norðurlondunum.
Nordplus Vaksin, sum er ætlað at menna samstarvið fyri fólksliga upplýsing og undirvísing av vaksnum.
Nordplus Granni, sum er serliga ætlaða til at menna samstarvið grannarnar eystanfyri, fyrst og fremst baltalondini, men eisini Útnorður-Russland. Samstarvið er fyri allar útbúgvingarskipanirnar.
Nordplus Mál, sum er skipan, ið skal menna støðuna hjá teimum norðurlendsku málunum bæði millum norðanlondini og altjóða.
Faldarin verður sendur til skúlar og bókasøvn. Fleiri faldarar fáast við at venda sær til Altjóða skrivstovuna, J.C. Svabosgøta 14, í Tórshavn, tlf. 322065. t-postur: ask@ask.fo









