Níggjundi flokkur á Tvøroyri vil hava makrelkvotu

Løgmaður helt, at tað kundi lata seg gera - undir ávísum treytum

Hvat kann løgmaður gera fyri at skúlaflokkar kunnu fáa makrelkvotu, sum tey kunnu selja víðari, soleiðis sum nógv onnur gera í dag.

Tað vildi Bjarta Bjarnadóttir Hammer í 9. flokki á Tvøroyri, hava at vita frá løgmanni.

Ungdómsting hevur verið í gjár og í dag, og nú seinnapartin hava limirnir í ungdómstinginum havt høvi at spyrja løgmann og landsstýrisfólk ymsar spurningar.

Ein av teimum mest sermerktu spurningunum kom frá 9. flokki á Tvørori, har Bjarta Bjarnadóttir Hammer sigur, at hevði 9. flokkur á Tvøroyr fingið eina makrelkvotu, høvdu tey brúkt inntøkurnar til námsferðir, og til at hjálpt teimum veiku í lokalsamfelagnum, eitt nú við gávukortum til mat og olju.

– Vit ungu í Føroyum halda, at tað er minst líka rættvíst - og so hevði makrelurin komið nógv fleiri til góðar heldur enn bara nøkrum fáum.

Bárður á Steig Nielsen sigur, at hann kann ikki heilt afturvísa, at ein skúlaflokkur kundi fingið eina makrelkvotu - men ikki til at hugna sær á námsferðum fyri.

Men hevði 9. flokkur á Tvøroyri søkt um eina royndarkvotu, og kundu tey víst á, hvussu tey kundu virðisøkt hana, kanska við nýggjum framleiðslum, ella við nýggjum marknaðum, skuldi hann ikki útihýsa, at tey kundu fingið eina kvotu.

Annars vísir hann á, at makrelur verður býttur út til fiskiskip, sum standa fyri einum útflutningi upp á umleið fýra milliardir um árið, og tað er tað sama, sum øll okkara vælferð, heilsuverk, skúlaverk og almannaverk, og annað, kostar um árið.