Níggju nýggjar Fordar í 40 ár

Týsdagin 13. juli keypti Jóannes á Líðarenda á Nesi sín tíggjunda Ford bil síðan 1960 og sín níggjunda nýggja Ford síðan 1964

Fyrsta Fordin keypti Jóannes í 1960, hetta var ein brúktur Ford Cortina. Í 1964 keypti hann ein nýggjan bláan Ford Corsair, sum var skrásettur sum hýruvognur við nummarplátuni Fø7.312. Sølumaður tá var Wenzel Hammer.

Síðan keypti hann tríggjar Ford Escort í ávikavist 1972, 1976 og 1978, sum allir vóru reyðir.

Í 1986 keypti hann sín fyrsta Ford Fiesta, tann næsta í 1995, aftur ein í 2000 og so hendan nýggja svarta, sum hann keypti týsdagin, ið er tann fjórði í Fiesta- røðini hjá honum. Teir báðir fyrstu Fiesta bilarnir vóru eisini reyðir.

Bilurin sum hann keypti týsdagin var ein Ford Fiesta Ambiente við 3 hurðum og 1,4 litur bensinmotori.

Jóannes er 65 ára gamal. Hann sigldi í nógv ár sum maskinmaður. Í 1979 legðist hann upp á land og arbeiddi m.a. sum trukkførari hjá Skipafelagnum í Runavík. Í 1998 mátti hann gevast at arbeiða vegna sjúku.

Tá vit spyrja Jóannes, hvussu tað bert til, at hann hevur koyrt við sama bilmerki øll hesi árini, sigur hann, at hann altíð hevur fingið góða service, og hann hevur verið væl nøgdur við bilarnar.