Nýggj lóg um vinukavarar kom 15. mai 2007, men komu ongar nýggjar kungerðir tá. Tí blivu táverandi kunngerðir framvegis galdandi til nýggjar kunngerðir komu. Tær eru nú komnar Nú eru nýggjar kunngerðir um vinnukavarar komnar, og tær, ið higartil eru komnar, eru um Læknakanning av kavarum, Kavaraskúlar, Kavaraarbeiði og um Gjøld.
Hartil kemur eftir ætlan ein kunngerð um kavaraútgerð.
Nógv viðurskifti eru tey somu eftir nýggju reglunum, men tað eru tó broytingar, sum eru
rættuliga avgerandi og her kann nevnast loyvisbrøvini (vinnubrøvini), sum nú eru Kavari við andingarevni frá landi, SCUBA-kavari, Bjargingarkavari og Kavarahjálparfólk.
Arbeiðseftirlitið umsitur lóg og kunngerðir í samband við vinnukavarar og kavaraútgerð.