Nýggja Sandoyarferjan og ferjulegurnar

Seinastu tíðina hava fjølmiðlarnir borið fram ymisk tíðindir um eykaútreiðslur til út- og umbyggingar á ferjulegunum, sum koma at standast av nýggju Sandoyarferjuni.

Í sambandi við, at projekteringin varð liðug, vóru umboð fyri leiðsluna á Strandfaraskipum Landsins og umboð fyri skipasmiðjuna á fundi við løgtingið og fjølmiðlarnar tann 18., februar 1999, har projektið varð nágreiniliga gjøgnumgingið. Á hesum fundum varð eisini komið inn á neyðugar broytingar á ferjulegurnar, sum gerast skuldu, bæði í Skopun, á Gomlurætt og úti í Hesti.

Tá nú upplýst verður alment, at tað er ein bulbur (bungustevni), sum hevur við sær eina eykaúeiðslu uppá 16 mió. kr. til broytingar á ferjulegunum, so metir leiðslan tað vera sína skyldu at greiða alment frá, hvat arbeiðið uppá ferjulegurnar fevnir um og kostnaðurin av sama. Strandfaraskipum Landsins kunnugt verður talan um hesar eykaútreiðslur til ferjulegurnar, býttar soleiðis:


?Nýggj rampa gerast í Skopun, 6 mió. kr. (verður eisini flutt)

?Breiðka rampuna á Gomlurætt, 4 mió. kr. (íroknað dýping)

?Broyta atløguviðurskiftini í Hesti, 6 mió. kr.


Viðmerkjast skal, at bungustevni einans hevur ávirkan á prísin í Skopun og á Gomlurætt og svara eykaútreiðslurnar til umleið 2 mió. kr. fyri at gera pláss til bungustevni.

Høvuðsorsøkin til omanfyri nevndu broytingar er, at nýggja ferjan skal vera 2,5 m. breiðari enn Tróndur, hetta fyri at uppfylla stabilitetskrøv og tí mugu rampurnar á kajuni bæði flytast og breiðkast og harafturat skal gerast nýggj rampa í Skopun. Talan er sostatt er neyðugar broytingar fyri at gera tað gjørligt hjá einari tíðarhóskandi ferju at røkja hesa farleið.

Annars kann upplýsast, at fyrimunirnir við einum bungustevni eru minni avdrift, minni mótstandur (orkusparing) og ferjan er róligari í sjónum (betri komfortur undir sigling). Harafturat kann upplýsast, at fólk við drúgvum royndum og serfrøðingar innan sigling og skipasmíð hava mælt til hesa loysn.

Leiðslan á Strandfaraskipum Landsins vónar við hesum, at omanfyri nevndu misskiljingar eru beindar av vegnum.


Tekniska deild

á Strandfaraskipum Landsins