Nýggja árið ? við myndaevnum úr gomlu Havnini

GrafikStudio við Inga Joensen hevur aftur í ár givið út myndakalendara fyri 2001. Hesaferð eru myndaevnini úr gomlu Havnini ? úr býlinginum úti á Reyni.

 

Myndamaðurin hevur fest seg við smálutir í hugnaliga umhvørvinum, klæðir á snórinum, urtapottar í vindeyganum, smogur og skot, kettuna á kolasekkinum, platur á helluni o. a.

Gamla Havnin er nógv nýtt myndaevni, og kemst tað ikki minst av, at hetta er einasta býarumhvørvi í landinum vit hava, sum vísir okkum, hvussu føroyingar livdu í gomlum døgum.

Persónarnir eru ikki nógvir á myndunum, men ein er kortini: Desembermyndin vísir okkum Karl hjá Langharald, Karl Reynheim, á trappusteininum á Vertshúsinum ? uttan iva á veg inn at vitja dóttrina, Annu, sum búði á Veretshúsinum í meira enn ein mansaldur. Men seinastu tíggju árini hevur verið kalt og slókt í teirri íbúðini, og nøkur ár eru liðin, síðani býarmyndin, Karl hjá Langharaldi, doyði.

Taka vit eitt nú julimyndina, sum er víst á myndini omanfyri, so vísir hon okkum Pæsastovu, sum var sett í stand miðskeiðis í áttatiárunum.

Í dag býr eingin í Pæsastovu, sum fyri tað mesta verður brúkt til mentanarlig tiltøk. Men í søguligum høpi hevur Pæsastova hýst virðismiklum mentanararvi, tí tað var her Jens Christian Svabo helt til ? her búði hann síni seinastu ár. Hann doyði higani í 1824.

Svabo savnaði nógv av føroyska málinum, tí, sum hann segði, eftirtíðin skuldi vita, hvussu føroyska málið var. Hann var sannførdurum, at málið fór at kódna. Men takkað verið monnum sum V. U. Hammershaimb varð málið bjargað. Og nú vit eru við Pæsastovu, so er at nevna, at hera vaks V. U. Hammershaim eisini upp ? í grannahúsunum. Svabo var ommubeiggi hansara ? og tað sigst, at V. U. Hammershaim mintist ommubeiggjan. Hammershaim varð føddur í 1819. Hann flutti til Havnar í 1822, so hann hevur stetlað í túninum tvey tey seinastu árini, Svabo hevur livað.

Og sum eitt kurosum kann nevast, at gøtan vit síggja framman fyri Pæsastovu eitur Klokkaragøta. Tað hevur helst gjørt í fleiri hundrað ár, hóast gløggir heilar í navnanevndini hjá Tórshavnar Kommunu í fimmtiárunum nevndu enn eina gøtu Klokkaragøtu ? og tí eigur Havnin tvær Klokkaragøtur?