Nýggja leiðin er rættur sjálvstýrispolitikkur

? Mín fatan er, at nýggja leiðin, sum samgongan hevur sett út í kortið, kemst ikki nærri røttum Sjálvstýrispolitikki, sigur Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna. Hilmar Kass, fyrrverandi løgtingsmaður Sjálvstýrisfloksins, heldur hinvegin, at samgongan hevur givið dønum góð kort í hondina við at útskriva fólkaatkvøðu

 

Týsdagin skipaði Sjálvstýrisflokkurin fyri almennum fundi á Landsbókasavninum, har fundarfólkið viðgjørdi nýggju sjálvstýristilgongdina, sum nú fyriliggur.

Helena Dam á Neystabø legði fyri við at greiða frá tí nýggja uppskotinum, sum skal leggjast fyri tingið í næstum.

Landsstýriskvinnan hjá Sjálvstýrisflokkinum heldur, at hetta nýggja uppskotið kundi ikki ligið nærri røttum sjálvstýrispolitikki, sum hon málber seg. Hon sigur, at tað er heilt einfalt genialt við tveimum fólkaatkvøðum, tí á henda hátt verður gongdin fram ímóti sjálvstýrinum líðandi, og fólk hava tvær ferðir møguleika at greiða atkvøðu í hesum spurninginum.


Javnaðarflokkurin hopar undan

Landsstýriskvinnan greiddi frá, at samgongan gjørdi fleiri royndir at fáa Javnaðarflokkin at taka undir við ætlanini, og at Jóannes Eidesgaard segði á fundi fyri stuttum, at Javnaðarflokkurin kundi taka undir við fyrsta partinum av ætlanini, men at hann síðani dróg í land aftur. Soleiðis hevur Javnaðarflokkurin hopað undan í teimum semingsroyndum, samgongan hevur roynt at fingið í lag.

Helena Dam á Neystabø metti, at frá hennara síðu var eingin beinleiðis forðing fyri, at fáa Javnaðarflokkin uppí semjuna, men tað hevði verið trupult at fingið Tjóðveldisflokkin at taka undir við einum uppskoti, sum Javnaðarflokkurin eisini kann góðtaka. Soleiðis stóð valið millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin.

Formaður Sjálvstýrisfloksins helt fram við at greiða frá, at tað var sera langt millum flokkarnar í samgonguni, tá hetta nýggja uppskotið skuldi orðast. Tað kravdi tí nógva orku og tíð at skrúva eitt uppskot saman, sum var nóg hóvligt, at allir kundu taka undir við tí.


Skeivt við fólkaatkvøðu

Millum fundarfólkið á Landsbókasavninum var eisini Hilmar Kass, fyrrverandi løgtingsmaður hjá Sjálvstýrisflokkinum. Hann var ósamdur við Helenu og metti ikki, at Sjálvstýrisflokkurin hevði ført rættan politikk í hesum valskeiðnum.

Hann vísti á, at ístaðin fyri at samráðast við danir um ein endaligan sáttmála, so skuldi samgongan heldur havt arbeitt meira miðvíst við yvirtøkum av málsøkjum.

Eingin forðing er fyri yvirtaka málsøki so hvørt, men undir samráðingum hava danir møguleikan at leggja seg tvørar. Og við hesi fólkaatkvøðuni hevur samgongan givið dønum sera góð kort í hondina, sum teir annars ikki høvdu havt, um arbeitt hevði verið við yvirtøkum ístaðin.

Hann helt tískil, at samgongan var farin skeivt fram á sjálvstýrisleið, tí hon skuldi heldur havt lagt størri dent á yvirtøkur í hesum valskeiðnum, og síðani arbeitt víðari, um hon varð afturvald.

Helena vardi seg við, at henda samgongan hevði ikki havt tað sum mál at fremja yvirtøkur, men heldur vildi hava ein nýggjan sáttmála við danir um ríkisrættarligu viðurskiftini, og tí vóru málsøki ikki yvirtikin í hesum valskeiðnum.

? Eingin kann siga nakað um árið 2012, og kanska hava fólk eina heilt aðra støðu, tá tann dagurin upprennur. Vit vóru ikki beinleiðis fyri tí seinnu fólkaatkvøðuni, men vit vildu ikki seta hart ímóti hørðum í tí málinum, sigur Helena Dam á Neystabø, formaður Sjálvstýrisfloksins.

Helena Dam á Neystabø legði afturat, at høvuðsorsøkin til, at eingin samráðingarloysn fekst við danir, var ynski føroyinga um størri sjálvstýri. Hetta kundi danska stjórnin ikki góðtaka, tí Danmark skal hava yvirvágina í ríkisfelagsskapinum.

Formaðurin mælti annars til, at vit líta á egnan rætt og egin evni við komandi fólkaatkvøðu, og tí skulu fólk fara á val og atkvøða »ja« tann 26. mai.