Nýggja frábrigdið kann vera meira deyðiligt

Tað er longu kent, at nýggja frábrigdið av koronu kann smitta nógv verri enn onnur kend frábrigdi av covid-19.

 

 

Bretski forsætisráðharrin, Boris Johnson, segði seinnapartin í dag, at nýggja frábrigdið av koronu-virus, sum fyrstu ferð varð funnið í Bretlandi í desember, kann vera meira deyðiligt enn tað, vit longu kenna.

- Tað fyriliggja nøkur prógv um, at nýggja frábrigdið kann knýtast til eina størri deyðiligheit, segði forsætisráðharrin á tíðindafundi í dag um koronu-støðuna í Stórabretlandi.

Tað er longu kent, at nýggja frábrigdið kann smitta nógv verri enn onnur kend frábrigdi av covid-19. Sjálvur gjørdist Boris Johnson rættiliga sjúkur, tá hann fekk koronu og endaði á intensivari deild.

Hann var læknum og heilsustarvsfólki sera takksamur fyri, at tey høvdu bjargað honum lívinum. Um hetta mundið gjørdist forsætisráðharrin eisini pápi, og hann uppkallaði barnið eftir onkrum av starvsfólkunum, sum vóru um hann.