»Meldurtíð« kallast nýggja fløgan hjá Una Arge, sum er útkomin í dag 1. juli. Á fløguni eru 12 nýggir føroyskir sangir, sum Uni hevur skrivað, og sum eru innspældir í Kristuff Studio í Hoyvík frá november 2008 til mai 2009
Sangirnir á »Meldurtíð« eru skrivaðir, síðan fyrra fløgan hjá Una, ?Mitt í sjónum,? kom út 1. november í 2007. Teir snúgva seg m.a. um Føroya søgu, samfelagsliga stillstøðu, fólkalív, kærleika, mjørka í Havn og malandi miðlar.
Uni Arge og Niclas Johannesen hava arrangerað sangirnar á »Meldurtíð«, og Niclas Johannesen hevur produserað fløguna. Teir báðir spæla allar guitarar á fløguni.
Aðrir tónleikarar eru James Olsen, trummur, Mikael Blak, kontrabass, Jákup Zachariassen, dobro, Finnur Hansen, klaver, harmoniku og floytur, Gunnar Guttesen, wurlitzer, Tóri Restorff, cello, og Kristoffur Mørkøre, sum spælir bass og hevur ljóðblandað fløguna.
»Meldurtíð« er tónleikaliga meira akkustisk enn »Mitt í sjónum«. Guitarin, blýanturin og røddin eru í miðdeplinum, og hetta sæst eisini í húsanum, har guitari og blýantur ganga aftur sum myndlig motiv. Høgni Egholm Magnussen hevur gjørt húsan.
Á »Meldurtíð« syngur Uni Arge eina duett saman við Maluni Eyðunsdóttir. Talan er um sangin »Enn ein dagur fór«, sum er settur í umfar í Kringvarpinum og á Rás 2 hesa vikuna. Frammanundan hevur sangurin ?Einaferð? verið í umfari.
»Meldurtíð« fæst um alt landið, og fyrsta framførslan við nøkrum av sangunum av fløguni verður á Asfalt leygarkvøldið kl. 19.30.