Herfyri stóð greitt, at Eik Banki verður nýggjur høvuðsstuðul hjá Fremad Amager. Nú er nýggi búnin so eisini gjørdur, og á myndini sæst føroyski høvuðsmaðurin handan felagið saman við umboði fyri donsku deildina hjá Eik Banka við nýggja spælibúnanum. Og hvør veit, um ikki hesin búnin verður at síggja í donsku superliguni innan ikki alt ov nógv ár...