Nýggj ávaring um heilsuskaðiligt kostískoyti

Heilsufrøðiliga starvsstovan ávarar nú enn einaferð fólk ímóti at keypa fleiri sløg av kostískoyti.

Hesuferð snýr ávaringin seg um kostískoyti á donskum og á svenskum heimasíðum.

Danska matvørustýri hevur staðfest, at heimasíðurnar áhaldandi selja kostískoyti við heilsuskaðiligum evnum í.

Talan er um fleiri ymisk kostískoyti, men tey hava tað til felags, at tað eru plantuevni í teimum, sum standa á vandalistanum á matvøtustovninum Danmarks Tekniske Universitet, DTU.

Í hesum kostískoyti eru plantuevni og onnur evni, sum kunnu ávirka blóðæðrar og blóðtrýst, umframt evni, sum kunnu elva til hjartatrupulleikar og ávirka nervalagið.

Onnur evni sum eru í hesum kostískoyti kunnu elva til livur- og nýraskaða.

Á heimasíðunum verða kostískoytini marknaðarførd sum vøddastimbrandi, fitibrennandi og orku- og testosteronmennandi.

Ávaringin frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni snýr seg um hesi kostískoyti og evni:

- naNo Vapor Hardcore Pro Series, sum eisini sæst á myndini.

- Nano Vapor Performance Series?

- Hydroxycut Hardcor Elite Performance Series

- Viper Energy?

- Thermo Detonator

- Hyper FX ?

- Myo-Blitz

- 50 Calibre

- HyperShred?

- Animal Stak

- Axis-HT

- Trib-650?

- Animal Cuts?

- Myo Build

- NaNOX9 Hardcore Pro Series

- Anab Halo Hardcore Pro Series

- RAW Rampage?

- Duzixon

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at tað kann ikki útihýsast, at heimasíðurnar eisini selja aðrar heilsuskaðiligar vørur.

Starvsstovan mælir brúkarum, sum keypa kostískoytim til altíð at kanna tað gjølliga, helst tá ið tað bara verður selt á internetinum og ikki í vanligum handlum.

Vil ein tryggja sær, at eitt kostískoyti er undir eftirliti av donsku matvørumyndugleikaum, ber til at eftirkanna hetta á heimasíðuni altomkost.dk.

Tey kostískoyti sum standa á hvítalista, síggjast á hesi slóð:

www.altomkost.dk/Kosttilskud/Register_over_registrerede_kosttilskud/forside.htm