Ein stafylokokkur, sum er mótstøðuførur móti heilivági, er nú funnin í mjólk undan neytum. Dagligu støðukanningarnar avdúka ikki hesa bakteriu, sum sambært norskum bløðum hevur smittað fleiri fólk. MRSA-varianturin er ikki meiri mótstøðuførur móti heilivági, ei heldur meiri sjúkuelvandi enn onnur sløg av bakterium, men varianturin er nógv verri at avdúka í teimum støðuroyndum, sum dagliga verða tiknar av mjólk. Tí mugu hesar kanningar nú gerast meiri umfatandi.
Ein nýggj grein av mótstøðuføru ?staphylococcus aureus-bakteriuni? er staðfest í mjólk undan neytum í Danmark og Stórabretlandi.
Hetta sæst í eini grein í tíðarritinum, The Lancet Infectious Diseases.
MRSA er eitt slag av gulum stafylokokkum (S. aureus), sum eru mótstøðuførir móti metisilini, ið er heiti á heilivági, sum eisini fevnir um pensilin.
- Bakterian hevur ført til, at eitt ávíst tal av fólki eru vorðin sjúk, men stóri trupulleikin er, at bakterian ikki verður avdúkað í dagligu støðukanningunum av mjólkini, sum annars skulu siga, um mjólkin er fongd við infektiónum.
Tað sigur ráðgevin, Petter Elstrøm, sum starvast hjá norska Fólkaheilsuráðnum, við norska Dagblaðið.
- Ein vandi er, at nevnda bakteria verður samantvinnað við aðrar bakteriur, sum kunnu viðgerast við pensilini, tó at henda bakterian ikki neyðturviliga er verri, sigur Petter Elstrøm.