Nýggj samskiftis-app til føroyingar uttan mál

Appin AVAZ FO er á føroyskum máli

AVAZ FO er ein nýggj samskiftis-app á føroyskum, sum er ætlað børnum og øðrum, sum ikki fáa tosað, ella hava trupult við at tosa. Tað veri seg vegna autismu, Downs Syndrom, Angelmans Syndrom, Aspergers, Apraxia og aðrar non-verbalar umstøður.

Appin stuðlar uppundir, at barnið kann koma til orðanna, og við tíðini kann flyta seg frá myndasamskifti, til sjálvt at skriva orðini.

Aimi Justinussen og Kirstin Sigurðsdóttir, ið hava umsett og arbeitt við appini, fara at hava frálæru í appini.

Fyrsta frálæran verður 1. februar kl 10, og hendan frálæran er ætlað foreldrum, avvarandi og øðrum áhugaðum. Til ber at fáa meira at vita og at melda seg til frálæruna við at senda ein teldupost til avaz@avaz.fo.

Avaz finnst á 18 ymiskum málum og hevur vunnið týdningarmiklar altjóða virðislønir, eitt nú pláss á MIT listanum yvir 35 tær bestu uppfinningarnar. Avaz hevur eisini verið evnið á TED talk.

Til ber at fáa sær appina HER, og tú kanst síggja ein stuttan film um AVAZ FO her:

##med2##