Nýggjársrøðan: Vit eru bara ein bólkur

Løgmaður mælti til, at vit standa saman, tí í veruleikanum eru vit bert ein bólkur – føroyingar

 

 

Løgmaður var positivur í nýggjársrøðu síni, har hann í stóran mun mælti til samanhald í samfelagnum.

 

Í veruleikanum fanst hann at, at vit royna at gera skilnað millum ymisku bólkarnar og ymisku støðini í landinum. Øll liva hvør av øðrum og vit kunnu ikki vera nakran av bólkunum fyri uttan, men orðaskiftið manar mangan fram gjáir, segði løgmaður:

 

 

”Kontórshavn. Framleiðsluføroyar. Homofobar. LGBT-samgongan.

Cafélattemammur í Havn. Skiparafrúur á bygd.

Tað eru vit ímóti teimum, og tey ímóti okkum.

Vit heingja spjøldur hvør á annan - og taka støðu til hesi spjøldrini, heldur enn persónarnar, sum spjøldrini hanga á.

Men.. vit eru bara 50.000 fólk í Føroyum. Vit hava ikki ráð til at býta okkum so smátt sundur í “okkum” og “tey”.

 

 

Í stóru myndini er jú bara ein bólkur í Føroyum - og tað eru “vit”.

Øll.

50.000 fólk við ymiskum lívsvirðum og sjónarmiðum.”

Løgmaður legði stóran dent á, at skulu vit 50.000 fólkini røkka nøkrum málum, so krevst samanhald.