Nýggj rúsevni floyma inn yvir Føroyar

Føroysk ungfólk gerast misbrúkarar av nýggjum rúsevnum, sigur rúsevnisviðgeri

Óteljandi føroysk ungfólk eru brúkarar og misbrúkarar av nýggjum rúsevnum, sum í løtuni floyma inn á føroyska marknaðin.

Meðan hagtøl frá løgregluni og tollvaldinum bert vísa evarska smáar nøgdir, sum hald er lagt á, so vita fólk, sum dagliga arbeiða við rúsevnismisnýtarum, um nýggju rúsevnini, sum yvirtaka marknaðin við ungum misbrúkarum.

- Hetta er so syrgiligt at síggja, men veruleikin er, at hesin evnini eru millum ung, og tey eru als ikki ring at fáa hendur á, sigur Martin Kúberg, sum er í ferð við at lata eitt viðgerðarheim fyri ung upp á Eiði.

Hann sigur, at ferð eftir ferð verður staðfest, at ung ikki eru rúsað av vanligum alkoholi ella hasj. Tey eru rúsað av nýggjari syntetiskum evnum, sum eru løtt at fáa hendur á.

Les meira um evnið í VikuskiftisSosialinum, sum kemur út í dag.