UNDIRVÍSING
At ein byrjanardeild nú er í Stranda skúla í staðin fyri 1., 2. og 3. flokkur, er bara byrjanin til eina heilt nýggja og spennandi undirvísingarskipan á skúlanum.
Hans Petur Jacobsen, skúlastjóri, sigur, at arbeitt hevur verið við hesi ætlan í umleið eitt ár og til hetta skúlaárið, sum júst er byrjað, eru umstøður gjørdar í verandi skúla, so skjøtil kundi setast á.
- Hetta er fyrsta royndin hjá okkum við hesum hátti, men longu nú eftir teir fyrstu dagarnar í skúlanum kunnu vit siga, at skipanin vísir seg at rigga sera væl. Bæði lærarar og næmingar tykjast væl nøgdir við hesar fyrstu dagarnar í nýggja skúlaárinum.
Tríggjar deildir
Skúlastjórin vísir á, at næsta ár verður undirvísingin í Stranda skúla skipað á tann hátt, at deildirnar verða tríggjar í tali, heilt úr tí gamla 1. flokki og upp í 10. flokk.
- Vit fara at hava eina byrjanardeild, sum fevnir um 1., 2. og 3. flokk, soleiðis sum skipanin er nú, eina miðdeild – og so eina framhaldsdeild.
Hans Petur Jacobsen sigur, at nýggi skúlabygningurin verður bygdur á ein heilt øðrvísi hátt, sum tænir endamálinum við hesi nýggju uppbýting av næmingunum.
- Eg havi sjálvur verið ógvuliga heitur fyri hesi royndini, og allir lærararnir á skúlanum eru eisini sera spentir eftir at síggja, hvussu hetta nú fer at eydnast – og hildnast.
Spurdur, um henda uppbýting er eitt orginalt ella kopierað konsept, sigur skúlastjórin, at hetta er ein blandingur av skipanum, tey hava sæð her heima í Føroyum – og uttanlands.
- Hetta er ikki ein skipan, sum er serliga kend í Føroyum, men vit hava skilt, at okkurt í skipanini í skúlanum á eitt nú Velbastað líkist hesum, sum vit nú eru farin undir.
Sita í klivum
Hann vísir á, at næmingarnir í hvørji deild sær koma at sita í stórum skúlastovum, har alt er púrasta opið. Her verða eingir veggir, sum býta næmingarnar upp eftir aldri, men bert onkur smá skott.
- Næmingarnir koma at hava hvør sín opna kliva, har teir sita og arbeiða undir liðini á hvørjum øðrum. Teir kunnu ganga ímillum klivarnar, bæði til næmingar í egnum aldursbólki – og til tey, sum eru yngri ella eldri at leita sær hjálp, um tey hava hug til tess.
Hans Petur Jacobsen sigur, at tríggir lærarar og ein stuðul verða knýttir at eini slíkari byrjanardeild og eru inni í skúlastovuni, meðan frálæran fer fram. Alt verður øðrvísi og soleiðis eisini við fríkorterum, tímatalvu og heimaarbeiði, har næmingarnir fáa mappu við uppgávum til eina heila viku í senn.
- Næmingarnir í byrjanardeildini í Stranda skúla eru í hesum skúlaárinum 35 í tali, sigur skúlastjórin.
Hann vísir á, at høvuðsendamálið við hesum undirvísingarhátti er, at allir næmingarnir skulu hava møguleikan at gerast betri.
- Ein næmingur, sum hevur aldur til 2. flokk, kann saktans fáa undirvísing í tilfari hjá næmingi, sum hevur aldur til 3. flokk – og øvut, um tað er neyðugt. Hugskotið er, at ongum skal nýtast at bíða eftir flokkinum, um viðkomandi er frammanfyri sínar aldursfelagar, og hugskotið er líka so væl, at eingin skal nýtast at detta niður ímillum, tí undirvísingin ikki er nøktandi.
Stórar vónir
Hans Petur Jacobsen sigur, at undirvísingartilfarið til byrjanardeildina eisini er gjørt og skipað soleiðis, at tað kann brúkast eftir hesum nýggja undirvísingarhátti, sum tey í Stranda skúla nú hava sett skjøtil á.
- Aftrat hesi stóru skúlastovuni, sum hýsir byrjanardeildini, verða eisini rúm, har lærarar kunnu taka nakrar næmingar við sær, ið kanska hava brúk fyri eyka stuðli til at lesa ella rokna.
Skúlastjórin væntar, at tey koma at síggja nógvar positivar síður við hesi skipan, sum tíðin gongur, eisini hvat viðvíkur samanhaldi og fyribyrgjandi virknað móti eitt nú happing.
- Bæði lokalu-og landsskúlamyndugleikarnir eru kunnaðir um hesa royndina, so hetta er ikki ókent fyri teimum, nú fyrsta deildin – byrjanardeildin – er farin av bakkastokki í hesi nýggju skipan, sum verður útbygd í komandi ári, sigur Hans Petur Jacobsen.










