Nýggj nevnd í ferðavinnuni í Eysturoy

Skipaða ferðavinnan í Eysturoy sá dagsins ljós einaferð tíðliga í 1990-unum, tá ein áhugabólkur varð settur,? sum skuldi skipa fyri eini lýsing av allari oynni. Fyri at koma hesum tørvi á møti, samdust ferðavinnuáhugabólkar í oynni um at seta á stovn ein felagsskap, sum meira skipað skuldi røkja eina kunningartænastu fyri alla Eysturoy.

Við reiðiliga stórari undirtøku sá økisfelagið - Ferðavinnan í Eysturoy – soleiðis dagsins ljós á vári 1995. ??Í limaskapinum eru útbjóðarar av ferðavinnu í økinum, umframt allar kommunurnar í oynni og norðurstreymoy.?

Nevndin í Ferðavinnuni í Eysturoy hevði sín fyrsta fund eftir aðalfundin týskvøldið 23.november.. Eitt av punktunum á skránni var skipan av nevnd. ?

Nýggja nevndin hevur skipað seg soleiðis: Hákun Andreasen, formaður, Óla Kristian á Torkilsheyggi, næstformaður, ?Dánjal Vang, skrivari og Bjarni Kjeld, kassameistari. ?

Hinir nevndarlimirnir eru: Hanna Jensen, ?Eirikur Sune Danielsen? og Hans Dávid Dam. ?Tiltakslimir eru Elin á Torkilsheyggi og Páll Rói Poulsen.

- Nýggja nevndin er spent at fara til verka saman við kunningarstovunum í Eysturoy. Nøkur av punktunum, sum Ferðavinnan í Eysturoy ætlar sær at arbeiða við, er framleiðsla av nýggjum pakkaleiðslum, og hvussu vit strukturera marknaðarføringina. Vit taka fegin ímóti skrivum og áheitanum frá øllum áhugaðum, sum kunnu takast upp til viðgerð, sigur Ferðavinnan í Eysturoy í tíðindaskrivi.