Gosið við Fimmvørðuháls í Íslandi er vorðið størri. Í gjárkvøldið fór at goysa úr einari sprungu afturat. Jarðfrøðingarnir siga, at tann nýggja sprungan er einar 300 metrar til longdar og einar 200 metrar noran fyri ta sprunguna, sum hevur verið virkin í seinastuni.
Nógv fólk vóru farin at hyggja eftir gosinum við Fimmvørðuháls, tá tann nýggja sprungan brádliga fór at goysa um sjeytíðina í gjárkvøldið. Bjargingarlið vórðu send at hjálpa fólki burtur haðani, samstundis sum myndugleikarnir settu fólki forboð fyri at ferðast í umráðnum.