Í seks ár hava tey, sum lesa Game of Thrones-bøkurnar hjá George R. R. Martin bíða eftir at næsta bókin í røðini, The Winds of Winter, skal blíva útgivin. Væntað var, at hon fór at koma í ár, men nú kunnger rithøvundurin, at hann fer at geva eina aðra bók út í ár.
Fire and Blood eitur nýggja bókin, sum ikki er beinleiðis partur av Game of Thrones røðini, ella A Song of Ice and Fire, sum røðin sjálv eitur, men kortini er staðsett í sama heimi, Westeros. Talan er um ættarsøguna hjá Targaryan-familjuni, sum hevur sitið á jarntrónuni í Westeros seinastu øldirnar.
Hetta elvir til stóra ørkymlan hjá fjepparanum. Fyrsta bókin í røðini, A Game of Thrones, kom út í 1996 og tann fimta í 2011. Winds of Winter skuldi koma í 2014, men er ikki komin enn, og hetta merkir væntandi, at sjeynda bókin, A Dream of Spring, væntandi ikki verður givin út fyrr enn í 2020. Um George R. R. Martin altso hesa ferð heldur seg til tíðarætlanina.