Nýggj frímerkjaútgáva

Í morgin 26. apríl kemur Posta við nýggjum frímerkjum. Alivinna, barnabøkur og føroyskir litir eru á nýggju frímerkjunum. Smáarkið við tveimum frímerkjum, sum Edward Fuglø hevur teknað, myndar alivinnu. Hetta er ein felags útgáva saman við norðurlondum, sum eisini verður nevnd Norðurlandaútgávan. Felags høvuðsevnið er: Við sjóvarstrond, og hevur Posta valt at leggja dent á alivinnuna. Virðið á frímerkjunum er 10,00 kr. á hvørjum.

Næsta útgávan er somuleiðis ein felags útgáva nevnd Evropaútgávan, har flest øll lond í Evropa geva eitt ella tvey frímerki út við sama evni. Í ár er evnið barnabøkur. Okkara frímerki mynda barnabøkurnar ?Ein hundur, ein ketta og ein mús? eftir Bárð Oskarsson og ?Ferðin hjá Mosamollis? eftir Janus á Húsagarði. Í hesum sambandi verður eitt snøgt sjálvklistrandi frímerkjahefti við átta frímerkjum somuleiðis givið út. Virðini eru 10,00 og 12,00 kr.

Seinasta útgávan endurgevur tveir málningar eftir Eli Smith, ?Summarnátt? og ?Áir?. Hetta eru málningar, sum Eli hevur málað við heimagjørdum litum úr føroysku náttúruni. Útgávan hevur tískil heitið: Føroysku litirnir. Virðini eru á frímerkjunum eru 18,00 og 24,00 kr.

Nýggju frímerkini fáast til keyps á posthúsum kring landið og á heimasíðuni www.stamps.fo.