Nýggj fiskivinnulóg: Nógv mál at viðgera

http://www.logting.fo/casequest/listDoc.gebs?caseQuest.id=67&menuChanged=19- Tørvurin á at endurskoða fiskivinnulóggávuna hevur verið eyðsýndur í nógv ár. Og tað eru nógv mál at taka upp.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, nú hann í morgun hevur lagt upp til aðalorðaskiftið í Løgtinginum um okkara framtíðar fiskivinnupolitikk.

Endamálið skal at dagføra og einfaldgera fiskivinnulóggávuna, umframt at gera tær nýskipanir í regluverkinum fyri fiskivinnuna, sum samgongan hevur sett sær fyri.

- Miðað verður eftir at leggja eitt uppskot um nýggja fiskivinnulóg fyri Løgtingið í hesi tingsetuni.

Grundreglan í fiskivinnuni er, at fiskiríkidømið er ogn Føroya fólks og ein góð skipan skal tryggja, at vit ikki taka meira úr stovnunum, enn teir tola, skal eggja til skynsaman rakstur, virðisskapan og produktivitet , skal tryggja, at ein partur av úrtøkuni úr felags fiskatilfeinginum kemur samfelagnum til góðar og sum er greið og einføld at fyrisita

Ein spurningur, sum skal viðgerast, er, hvussu leingi fiskirættindindi skulu verða galdandi.

- Ymiskar meiningar kunnu vera um gildistíðina, men líka mikið um fiskirættindini hava gildi í eitt, fimm, tíggju ella fimtan ár, er tað altíð umráðandi, at politisku karmarnir í gildistíðini eggja til skynsaman rakstur, virðisskapan og produktivitet í gildistíðini.

- Ein týðandi táttur í fiskivinnupolitikkinum er, hvussu landið býtir út fiskirættindi. Summi mæla til, at fiskirættindini verða seld á uppboðssølu ella onkrum slagi av almennum útboði.

- Sjálvur ivist eg í, um uppboðssøla er gongd leið, sigur landsstýrismaðurin.

Aðalorðaskiftið verður týsdagin 4. desember

Annars ber til at lesa uppleggið HER

www.logting.fo/casequest/listDoc.gebs