Jóannes Hansen
?????
Nakrar Barnabíbliur eru komnar út á føroyskum, og at áhugin fyri sovorðnum bókum er stórur her á landi sæst aftur í, at fleiri teirra eru útseldar. Í vikuskiftinum varð enn ein føroysk smábarna Bíblia givin út. Hon er í myndum og við stuttum tekstum, sum stuðla undir myndirnar. Málbólkurin er 3-7 ára gomul børn.
Litføgru og skemtingarsomu, livandi myndirnar tala á serligan hátt til børnini. Ætlanin er, at foreldur, ommur og abbar og onnur vaksin skulu lesa fyri teimum smáu. Allar søgurnar eru úr Bíbliuni, og tær eru skrivaðar á skemtingarsaman hátt fyri tey, sum eru ung av hjarta og sinni, verður sagt á baksíðuni. Forlagið Logos hevur givið út, Bókamiðsølan umsitur søluna, og bókin fæst kring landið. Síðutalið er 450, og hon kostar 180 krónur.
Altjóða samstarv
Richard Schwartson hevur umsett bókina til føroyskt. Tað gjørdi hann í fjør. Britt Rasmus-sen og Inga Simonsen hava stuðlað og ráðgivið í tí málsliga, og Hestprent hevur sett føroyska tekstin og passa hann inn í upprunaligu útgávuna. Søgan aftan fyri, hvussu útgávan er komin í lag, vísir, hvussu tað verður samstarvað kring allan heimin í sambandi við bókaútgávur og ikki minst, hvussu frammarlaga danir eru á hesum økinum.
Richard greiðir soleiðis frá:
? Í juli mánað í fjør kom eg á bókamessu í Orlando í Florida í samband við danska forlagið Scandinavia, sum eg altíð havi vitað um. Talan var um messu, sum legði serligan dent á kristiligt tilfar. Danska forlagið hevur í mong ár givið bøkur og rit út á enskum. Teir duga ógvuliga væl at finna samstarvsfelagar og harvið at finna marknaðir fyri tí, sum teir fáast við. Serliga er tað stóri amerikanski marknaðurin, ið er áhugaverdur. Á messuni í Orlando tosaði eg við Scandinavia fólkini um møguleikan at geva nýggju smábarna Bíbliuna hjá teimum út á føroyskum. Tað var leyst og liðugt. Síðani bókin kom út, hevur tað víst seg, at áhugin er stórur fyri henni.
José Pérez Montero hevur teknað. Hann er ættaður úr og býr í Spania. Hann er altjóða kendur teknari, sum hevur teknað til fleiri enn 70 barnabøkur. Anne de Graaf hevur skrivað. Hon er ættað úr San Fransisco í USA, og seinastu tjúgu árini hevur hon búð í Írlandi og Hollandi.
Nýggja føroyska barnabíblian er samprentað við somu útgávu á øðrum málum. Í summar varð hon útgivin í Danmark, og júst nú er hon prentað á portugis-iskum. Higartil er hon prentað í 180 túsund eintøkum og á ellivu málum: kinesiskum, eingilskum, sponskum, portugisikum, týsk-um, koreanskum, pólskum, ís-lendskum, donskum, føroyskum og eisini á afrikaans, sum mál, ið stvar frá hollendskum, og sum mentist millum tey hvítu í Suðurafrika og Namibia.
Bókhandil og forlag
Richard Schwartson hevur bara týtt eina bók frammanundan, at hann nú hevur týtt Bíbliuna til smærri børn. Í fjør týddi hann eina fyrstuhjálparbók, sum oljuvinnan stuðlaði útgávuni av. Richard sigur, at ætlanin er næsta ár at geva eina aðra Bíbliu út. Talan verður um bók frá sama forlagi, men sum er ætlað til skúlabørn.
Forlagið Logos er knýtt at bókahandlinum Logos. Tað var í 1997, at Richard saman við konuni, Annu, læt upp kristiligan bókhandil í kjallaranum hjá verforeldrunum í J. Nolsøes gøtu í Havnini. Tað var serliga trupulleikin á lagaligan og skjótan hátt at fáa fatur á tilfari frá ógvuliga stóra amerikanska bókamarknaðinum, tá ið tað snýr seg um kristiligt tilfar, sum var orsøkin til, at tey bæði fóru undir at hava bókhandil. Í fyrstuni gekk tað spakuliga, men nú eru vitjanirnar nógvar, og úrvalið er støðugt økt. Ikki bara eingilskt og føroyskt og ikki bara bøkur, men eisini tilfar á eitt nú skandinavisku málunum og fløgur og so mangt annað.
Bókhandilin, sum nú altso eisini er vorðin til forlag, hevur eisini góða og fjøltáttaða heimasíðu, sum tað eisini ber til at bíleggja á. Hon eitur logos.fo









