Nýggj bók sáar iva um jólaevangeliið

Forlagið Fróðskapur hevur givið út bókina "Tey fyrstu jólini. Ein søgukritisk viðgerð av føðisøgum Jesusar" eftir Hans Andrias Sølvará.

Bókin er nummar 100 í røðini av bókum, sum Fróðskaparfelagið og Fróðskapur hava givið út. Hon er 344 síður.

Í bókini viðger Hans Andrias Sølvará føðisøgurnar um Jesus, sum tær verða sagdar í Nýggja testamenti, úr einum søgukritiskum sjónarhorni.

Søguliga trúvirðið í føðisøgum Jesusar er eitt evni, sum søgugranskarar kring heimin hava granskað og skrivað um í mong ár. Í bókini tekur Hans Andrias Sølvará samanum nógv av tí, sum er skrivað og ger egnar metingar um evnið. Hann skrivar millum annað, at føðisøgurnar hjá Matteusi og Lukasi eru beinleiðis mótstríðandi, og at tað tí er beinleiðis útihýst, at báðar søgurnar kunnu vera søguliga álítandi. Eisini skrivar hann um, at Augustus keisari ongantíð gav boð um, at "allur heimurin" skuldi skrivast í manntal, soleiðis sum Lukasevangeliið vil vera við. Í bókini ber eisini til t lesa um, at jólini eru ein seint íkomin kristin høgtíð.

Bókin "Tey fyrstu jólini" er skrivað soleiðis, at hon kann lesast av øllum. Endurgevingar úr bókum eru allar týddar til føroyskt - uttan sitatini, sum standa framman fyri teir einstøku kapitlarnar, tey eru á enskum, bíbliusitatini eru úr New English Bible. Tey, sum ynskja at fara eitt sindur djypri í evnið, kunnu leita sær upplýsingar í teimum ofta rættiliga drúgvu viðmerkingunum, har ið allur týddur tekstur, sum er endurgivin í høvuðstekstinum, er endurgivin á tí máli, sum viðkomandi bók er skrivað á. Serstakir trupulleikar og spurningar, sum granskarar hava viðgjørt og kjakast um, eru eisini gjølla viðgjørdir í viðmerkingunum. Hetta hevur havt við sær, at viðmerkingarnar eru tann drúgvasti parturin av bókini, men tað er ikki neyðugt at lesa tær fyri at skilja tann lættara høvuðstekstin.