Nýggir yvirmenn hjá Atlantsflog

Allan Svensson og Kári Petersen eru settir í starv sum nýggir yvirmenn hjá Atlantsflog. Síðani januar hevur felagnum vantað tveir flogskiparar

 

FLOGVØLLURIN: Danin, Allan Svensson, og 30 ára gamli sørvingurin, Kári Petersen, eru nýggju menninir aftan fyri stýripinnarnar á British Aeorospace flogførunum hjá Atlantsflog.

Allan Svensson, sum hevur drúgvar royndir í flogferðsluni, verður skipari, og Kári Petersen, sum í hálvtannað ár hevur flogið fyri Kimber Air, verður stýrimaður.


Vandu í gjár

Tað vóru helst fleiri í Vágum, sum undraðust, tá tey gjáramorgunin sóu Atlantsflog lenda og fara av stað aftur sjey ferðir.

Men talan var ikki um annað, enn eina kravda venjing. Allan Svensson er ikki vanur at flúgva flogfør av slagnum British Aerospace. Tí skal hann sambært reglunum hjá loftferðslumyndugleikunum fyrst læra seg at flúgva flogafarið í simulatori og síðani lenda tað fimm ferðir, áðrenn hann kann lætta veingjunum við ferðafólki umborð.

Allan Svensson hevur júst verið í Manchester í simulatori, og gjáramorgunin royndi hann flogfarið yvir Vágoynni saman við garvaða yvirflogskiparanum hjá Atlantsflog, Hans Hansen.


Búgva í Vágum

Allan Svensson sigur seg altíð hava havt serligan áhuga fyri Føroyum og føroysku náttúruni. Tí ætlan hann sær flyta til Sørvágs, nú hann hevur fingið fast starv hjá Atlantsflog.

? Eg eri hugtikin av føroysku fjøllunum, sigur Allan Svensson.

Og vit kunnu ikki lata vera við at spyrja Allan Svensson, um fjøllini ikki kunnnu vera trupulleiki, tá tú ert flogskipari.

? Fjøllini eru als eingin trupulleiki, so leingi tú veitst, hvar tey standa, svarar Allan Svensson.

Kári Petersen er uppvaksin í Sørvági og sleppur nú at flyta heim aftur. Hann var gjáramorgunin ógvuliga spentur at fáa at vita, um hann skuldi flúgva í vikuskiftinum. Tí hann hevði glett seg at halda 30 ára føðingardag. Men til alla lukku vissaði Hans Hansen hann um, at hann slapp undan og kundi halda føðingardag í friði.

Allan Svensson og Kári Petersen koma í størvini hjá Hans Meinhard á Høgabóli og Heðini Krett, sum í januar fóru í onnur størv úti í heimi.