John Johannessen
Næsta ár skulu føroyingar hava nýggjar pengaseðlar. Orsøkin er, at verandi pengaseðlar ikki eru nóg tryggir. Teir eru ov lættir at falsa.
Nýggju pengaseðalarnir skulu hava vatnmerki og ávís magnetbond, ið gera, at bankarnir beinan vegin kunnu staðfesta, um ein pengaseðil er falskur, tá hann kemur inn í bankan. Hetta skal gerast við serligum tólum, ið lýsa seðilin ígjøgnum og staðfesta, um hann er veruligur.
Í Danmark er tjóðarbankin um at vera liðugur at skifta donsku seðlarnir út, og tá hetta arbeiði er heilt liðugt verður farið undir arbeiðið at skifta út føroysku seðlarnar.
Motivini verða skift út á øllum seðlunum, men enn er ikki heilt greitt, hvørji motivini verða á nýggju seðlunum. Tó vórðu nøkur av motivunum víst fram á landsstýrisfundi gjáramorgunin, har kunnað varð um nýggju seðlarnar, og seinni í summar skal endaliga vera avgjørt, hvørji motivini verða, og tá verða tey eisini almannakunngjørd.