Í kvøld og í annaðkvøld verða nýggir filmar vístír í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Filmarnir taka støði tíðini, tá Fuglafjørður av álvara var í vøkstri.
Filmurin, sum vístur verður í kvøld kallast Gomlu handlarnir, og er um høvuðshandlarnir í Fuglafirði tá í tíðini, sum nevndust Piddasahandil og Handilin hjá Haraldsen. Filmurin, sum vístur verður í morgin er um Gomlu Smiðju og Gomlu Beding, og um spírarnar til nýggjaru virkini í Fuglafirði.
Á heimasíðu kommununar stendur at lesa, at filmarnir byggja á samrøður, sum vóru gjørdar við fólk, sum vóru á hesum arbeiðsplássunum í fimti- og sekstiárunum. Flestu samrøðurnar vóru gjørdar í sambandi við nakrar kvøldsetur í Mentanarhúsinum fyri nøkrum árum síðani. Nógvar gamlar myndir eru eisini at síggja í filmunum, eins og vitjað verður á nýggju virkjunum. Signar á Brúnni eigur hugskotið til filmarnar og Zacharias Hammer hevur staðið fyri upptøkunum