Tað er altíð nakað av eini satsing, tá bildesignarar bróta burtur úr nýggjum og geva bilunum "persónligheit", so teir veruliga síggjast aftur í gøtumyndini og ikki líkjast øllum øðrum bilum. Designið kann avgera lagnuna hjá einum bilmodelli, alt eftir hvussu bilurin verður móttikin av kundunum.
Sum til dømis nú vit síggja at Audi fáa trapez-formað kølaragittar, sum klæðir bilunum sera væl, og teir síggja annarleiðis og elegantir út. Tað er dugnaligi designstjórin hjá Audi, Walter da Silva, sum teknar bilarnar. Áðrenn hann kom til Audi, var hann designstjóri hjá Alfa Romeo, sum eisini hava sítt egna smarta design. .
Peugeot eru eisini við at geva sínum bilum "persónligheit", við tað at bilarnir nú fáa stórt Peugeot-logo við stórum opnum kølaragittari í kúfangaranum niðan fyri forlyktirnar. Búmerkið hjá Peugeot er ein leyva, og onkur nevnir kølaragittari "løvens hule".
Peugeot 407 verður fyrsti bilur við hesum nýggja designinum, og hann verður als ikki anonymur í gøtumyndini. Tað er italski bildesignarin Pininfarina, sum eisini teknar italsku Ferrari sportvognarnar, ið hevur designað Peugeot 407. Tað sæst aftur í avbera vøkru og smartu linjunum.